top of page

Voxbotn 2020 flutt til 20. august 2021

 

Endiliga grønt ljós frá mynduleikunum!

Korona útsetti Voxbotn 2020, og somuleiðis hevur verið óvist um Voxbotn 2021 nakrantíð fór at síggja dagsins ljós. Men nú ber aftur til at halda stórfingin tiltøk, og tí verður við hesum boðað frá, at Voxbotn 2020 verður hildið fríggjadag 20. august, og Voxbotn 2021 verður hildið leygardag 21. august. 

 

Tað verður rimmar tónleikaveitsla í Vágsbotni í Havn vikuskifti 20. og 21. august. Tá eru 10 ár liðin síðan Voxbotn tiltakið var á fyrsta sinni, og tað verður feiðrað við tveimum døgum av tónleiki. Fyrireikarnir lova áhoyrarum eitt frálíkt bland millum nýtt og eldri, føroyskt og útlendskt. 

 

​

Øll atgongumerki til Voxbotn 2020 eru galdandi til fríggjadagin 20. august 2021.

 

Nógv orka verður hvørt ár løgd í Voxbotn, og at geva føroyingum ein veruligan konsertsdag. Tað hevði tí glett okkum, ið varða av og eru góð við Voxbotn, sera nógv, at eisini tú velur at veita tiltakinum og tónleikinum tín stuðul, og halda rimmar fast í tínum atgongumerki – til 20. august 2021. Takk fyri!

 

ENDURGJALD Ynskir tú tó heldur at fáa títt keypta atgongumerki afturgoldið, trýst so á PDF-leinkjuni niðanfyri. Skriva kravdu upplýsingarnar rætt í øll feltini, printa skjalið út og send sum postur í brævbjálva saman við atgongumerkinum til:

Sp/f Vox Entertainment, Postboks 24, 110 Tórshavn, Føroyar.

GG. Seinasta freist at lata inn skjalið um endurgjald er mikudagin 11. august kl. 18.00.
 

bottom of page