TÝR


Skráin til Okkara Voxbotn 2022, leygardagin 25. juni, gerst bara størri og størri. Vit kunnu nú kunngera, at tað fer at runga á Vágsbotni, tá eitt av teimum heilt tungu nøvnunum í føroyska tónleikaheiminum, nevniliga rokkbólkurin Týr, eisini fer at framføra á Okkara Voxbotn.


Týr hava seinastu nógvu árini ferðast kring heimin, har teir hava spælt í Russlandi, Norður- og Suðuramerika og kring Evropa. Nú fara teir at seta lív í fjøldina á Okkara Voxbotn 2022, og tað verður ikki spart uppá krútið; tá væl umtókti, væl samanspældi og sera rutineraði tungmálsbólkurin Týr trínur á pallin 25. juni.


Skunda tær og ogna tær atgongumerki í forsølu fyri kr. 695,- á ebillett.fo! Hetta verður stórt!