top of page

GOBS


Popp-rapparin hevur borgarliga navnið Victor Gaardboe, hann er føddur í 1999 og er vaksin upp í Roskilde. Hann er nú kendur undir kunstnararnavninum Gobs og er hann veruliga við at blíva ein stór stjørna. Hann kom fram í 2018 við staklagnum ‘Vérités’ og hevur síðan hittað við løgum sum ‘Du & Jeg’, ‘Tro På Kærlighed’, og ‘Stupid Man’. Hann hevur samtarvað við Hjalmer, Branco og Thomas Helmig, og hevur í 2023 útgivið sína næstu plátu ‘Knuste Hjerter Heler Aldrig’ ið veruliga hevur sett ferð á popularitetin hjá Gobs.



Í 2021 var hann kosin ‘Årets nye danske artist’ og í 2023 hevur hann skapað søgu við staklagnum ‘Tak for sidst’ eftir at sangurin - í 13 vikur á rað - lá sum nummar eitt á donskum hittlistum. Hetta hevur eingin annar megnað. Pláta hansara ‘Knuste Hjerter Heler Aldrig’ er eisini ein av mest spældu donsku fløgum nakrantíð. Tí er tað stórt at hann verður við til Voxbotn 2024. Hetta verður ein rimmar veitsla!



bottom of page