top of page

ESTER SKÁLA

Forfatters billede: VoxbotnVoxbotn

- Hendan kvinnan er ein ógvuliga spennandi tónleikari, ið væntandi er framtíðin innan elektroniskan popp í Føroyum, siga fyriskipararnir av Voxbotn.


Hon hevur útgivið tvey løg, ið bæði hava verið nógv at hoyrt. Fyrsta lag hennara Unicorn vann áhoyraravirðislønina á FMA í 2022 og næsta lagið hjá henni, Spotlight, var við í tilnevningunum á FMA 2023, so sigast má, at hetta er ein dugnaligur tónleikari, ið megnar at fanga fólki.



Ester er í holt við at geva út eina EP út, har løgini fara at líkjast stílinum á fyrstu stakløgum frá henni.


– Hetta verður uttan iva spennandi, og eru vit tí sera errin av, at Ester kemur at framføra á Oy Voxbotn 2024, soleiðis at vit kunnu vera millum tey fyrstu at hoyra hesa fantastisku songkvinnu.



Comments


© 2012-2024 by Voxbotn

Studlar.png
bottom of page