top of page
Forfatters billedeVoxbotn

HERBORG TORKILSDÓTTIR


Tey flestu kenna okkurt lag hjá háaktuellu Herborg Torkilsdóttir, sum veruliga hevur dominerað føroyska tónleikpallin seinastu árini.


Hon útgav sítt fyrsta lag í 2019 og hevur síðan tá verið sera virkin, bæði við útgávum og framførslum.



Rím, skemt og søguforteljing mynda sangirnar hjá Herborg, ið hon sjálv skrivar. Hon megnar at fanga lurtaran, við sínum altíð autentiska stíli og beinraknu forteljingum.


Vit kenna sangirnar ‘Náttin var okay’, ‘Álvaratos’ og ‘Eg uttan teg’. Seinasta staklagið hennara eitur ‘Syngja í dur’ ið hon syngur saman við Ólavi á Váli Olsen og hevur eisni tað, verið væl umtókt.


Tað verður óivað ein hugnalig løta, tá áhoyrarafjøldin fer at syngja við til Herborg Torkilsdóttir vikuskifti 23. og 24.juni, tá OY Voxbotn 2023 er á skrá.



Comments


bottom of page