top of page

JANUS WIBERG


Hitmakarin Janus Wiberg Mortensen fer at framføra á pallinum til OY Voxbotn 2024. Saman við vælspælandi bólki sínum fer hann at borðreiða við hansara vælumtóktu landaplágum.



Janus hevur staðfest seg sum dugnaligur tónleikari á føroyska tónleikapallinum. Hann byrjaði longu í 2014, tá hann gav út fløguna “Breathing”, sum stóð seg væl. Tá hann í 2017 gav út lagið “Mítt vakra Føroya Land” var leyst og liðugt. Janus gjørdist ein hin bjartasta stjørnan á føroyska tónleikahválvinum, og er lagið vorði eitt hitt best umtókta nakrantíð á klettunum, síðani Frændir sungu so fagurt um oyggjarnar. Síðan tá hevur Janus givið okkum nógvar góðar konsertløtur og verður tað uttan iva ein afturat á OY Voxbotn 2024. Vit gleða okkum.



Comentarios

No se pudieron cargar los comentarios
Parece que hubo un problema técnico. Intenta volver a conectarte o actualiza la página.
bottom of page