
Kenda songkvinnan Katrina, úr bólkinum Katrina & the waves, kemur á Oy Voxbotn 2023. Hon var stóra stjørnan í 80’unum og við lívliga sanginum ’walking on sunshine’, toppaði hon á globalum hittlistum kring heimin.
Katrina & The Waves góvu út teirra fyrstu fløgu í 1985 og 23 ár eftir, í 2008, lá hittið ‘Walking On Sunshine’ enn nummar eitt, á hittlistanum í USA.
Eisini duga vit øll, at syngja við til lagið ‘Love Shine a light’ ið var vinnaralagið í Eurovision song contest í 1997, við Katrina & the Waves á odda. Í 2001 byrjaði Katrina sína solo yrkisleið og hevur hon eisini útgivið nógv løg, sum einstaklingur. Hetta sleppa vit øll at syngja við til, á Oy Voxbotn 2023, tá Katrina fer at vekja góð minnir, við ógloymandi hittum.
Opmerkingen