Vælkomin til eina villa veitslu, tá Suspekt fara á pallin. Teir eru hip-hop legendir, sum hava slóað fyri danska nútímans tónleikinum, og nú sleppa vit at dansa til teirra feita tónleik í hjartanum í høvustaðið okkara. Tá Suspekt framførir – tá hoppar tú.
Teir eru kendir sum bad boys í donsku tónleikavinnuni, tí sangirnir snúgva seg um sex, drugs og rock n´roll lívið í Keypmannahavn.
Einaferð vóru tey í Harkaliðnum hildin at vera frek og ónærislig, men teirra sangir eru sum sálmar afturímóti teimum hjá Suspekt. Tey tilkomnu hava hug at rodna eitt sindur tá sangir sum Gonzo verða spældir, men lurtar tú eftir fjøldini, hoyrir tú, at tey duga hvørt eitt orð. Tí Suspekt hoyrir til eitthvørt ball, og OY Voxbotn er eisini eitt risa ball.
Men fyrst og fremst er talan um feitan og stuttliga tónleik. Bólkurin hevur røtur aftur til síðst í 90’unum. Tá vóru teir bara unglingar. Men tað var ikki fyrr enn í nullunum, at bólkurin veruliga slerdi seg fastan á danska tónleikapallinum. Hetta var tá teir í 2003 góvu út útgávuna "Ingen slukker the stars". Eitt lag á útgávuni eitur “Kinky Fætter”, og hetta lag verður av fjølmiðlum lýst sum lagið, sum tók tað óspilta og óseka úr donskum hip hop tónleiki.
Suspekt broytti sostatt danskan tónleik við at tora at vera grovir og fúlir – og fjøldin elskaði tað. Nú er Suspekt fastur gestir á teimum stóru pallinum í ríkinum, og teir hava samstarva við mongum stórum listafólkum so sum Kendrick Lamar, Lukas Graham, Tessa og øðrum.
Tað verður rimmar veitsla tá teir fara á pallin 28. juni. Lat tí smædna aftuhaldni liggja eftir við hús, og geyla við teimum villu, stuttligu og ópassandi sangunum.
Comments