top of page

TÝR

Forfatters billede: VoxbotnVoxbotn

TÝR kemur at framføra sín harða tónleik á OY Voxbotn 2025. Teir eru uttan iva rokkkongar okkara, og teir fara við sínum frálíka tónleiki at blása okkum um koll í Vágsbotni 28. juni 2025.


Ongin er sum TÝR. Bólkurin hevur nærum 30 ár á bakið, og teir gerast bara betri og betri. Teir hava ferðast um allan heim við sínum tónleiki við sterku søgunum um kríggj, kærleika og deyða. Teir hava eitt greitt konsept tá teir framføra, men fyrst og fremst er talan um serstakliga vælspældan metal tónleik. 



Tá TÝR fara á pall, sær og hoyrir tú hvussu rutineraðir teir eru. Smálutirnir í tónleikinum sita perfekt, og spæl og sangur verður framført til toppkarakter. TÝR er onkurnsvegna blivið ikoniskt fyri okkum í Føroyum. Tónleikur teirra ber søgur úr fornari tíð við sær, og eisini er bólkurin onkursvegna blivin talsbólkur fyri Føroyar og virðir okkara. Bólkurin byrjaði sína longu ferð við at nýtulka Ormin Langa, og hevur síðani víðariment sítt útrykk til í dag at hava eitt heilt egið norðurmetalliskt ljóð. 


Teir hava fjepparar um allan heim og tá teir, beint áðrenn korona legði Føroyar lamnar, framførdu við Føroyska Symfoniorkestrinum í Norðurlandahúsinum, vóru fjepparar úr útlondum enntá komnir til Føroya á konsert. Tað vitnar um, at bólkurin hevur altjóða format. 



Comentários


© 2012-2024 by Voxbotn

Studlar.png
bottom of page