top of page
iPad.png

LES
VOXBOTN
BLAÐIÐ HER

Eingin prenta útgáva verður av Voxbotn blaðnum í ár – tá útbering av bløðum til øll húsarhald í Føroyum er steðgað.

 

Vit hava í staðin framleitt eina talgilda útgávu, har tú kanst lesa meira um tónleikarar, síggja videobrot, hoyra løg og fáa praktiska kunning um Voxbotn.

 

Les blaðið við at skrulla víðari. 

OY-Voxbotn-Logo-2025_White.png

VOXBOTN Í HJARTANUM Í HAVNINI

ElsaBerg-PhotoCropped.jpg
Seinastu árini er Vágsbotnur blivin ein miðdepil fyri mentanar- og frítíðarlívið í Havnini. Hetta er ein av hugnaligastu blettum í býnum við trappuni, torginum og øllum virkseminum, sum er komið undir Bryggjubakka við mat- og kaffistovum og øllum bátunum, sum leggja at landi mitt í hjartanum í Havnini.   At Vágsbotnur er nakað fyri seg sæst eisini aftur í, at staðið hevur fingið eitt av landsins størstu tónleikatiltøkum uppkallað eftir sær. Síðan 2012 hevur Voxbotn verið ein fastur afturvendandi partur av virkseminum í Vágsbotni.   Havnarfólk og onnur við eru fegin um Voxbotn, tí tað er útselt á hvørjum ári, og serliga hjá unga ættarliðnum er Voxbotn eitt av tónleikaligu hæddarpunktunum á árinum.   Men eisini tey, sum eru komin eitt sindur longri upp í árini, hugna sær á Voxbotn við bryggjudansi, mati og sosialari samveru. Soleiðis er Vágsbotnur staðið fyri bæði ung og gomul, eisini á Voxbotn.   Tórshavnar kommuna fegnast um, at miðbýurin eisini kann vera karmur um slík tónleikatiltøk, ið ríka um mentanartilboðini, sum býurin hevur at bjóða. Tað gevur trivnað og er við til at gera Havnina upp aftur meira fjølbroytta.   Vegna Tórshavnar kommunu vil eg bjóða øllum at vera hjartaliga vælkomin í Vágsbotn og til Voxbotn.

Elsa Berg
Borgarstjóri

Voxvotn.jpg
Voxbotn2025_LineUp.png

KORT YVIR ØKI

Voxbotn2025-øki.jpg

THE MINDS OF 99

Minds-Photo.jpg
Risabólkurin úr Keypmannahavn hevur játtað, at spæla á OY Voxbotn. Um tað er nøkur einstøk konsert, tú skalt upplivað í Føroyum á sumri í 2025, so hevur tú funnið hana. The Minds of 99 á OY Voxbotn verður nakað heilt serligt.
Frá Parkini til Vágsbotn. Sama hvar teir spæla, sama hvat teir gera, so fáa teir toppkarakter. Tað sum byrjaði við at nakrir vinmenn í Keypmannahavn gingu saman í ein tónleikabólk í 2012, menti seg skjótt til, at teir gjørdust kongarnir av danska tónleikahválvinum. Føroyar, gleð teg til The Minds of 99.

Á sumri 2024 spældu teir 3 útseldar konsertir í Parkini. BT gav konsertini 6 av 6 stjørnum. Soundvenue 5 av 6. Politikken 6 av 6. Ekstablaðið 5 av 6. Gaffa 6 av 6.

The Minds of 99 er eitt tað størsta navnið nakrantíð á OY Voxbotn. Talan er kanska um sterkasta danska bólkin nakrantíð, og bólkurin er so avbera aktuellur eisini. The Minds of 99 varð settur á stovn í 2012, og longu 3 ár seinni tendraðu teir Roskilde Festivalin.

Sama hvar bólkurin framførir er útselt.

Bólkurin hevur vunnið eitt ótal av virðislønum. Gaffa, Danish Music Awards og Zulu Awards – bara fyri at nevna nakrar. Millum stóru hittini kunnu nevnast: Under din sne, Ung kniv og Emil.

Fyri at lýsa tónleikin hjá The Minds of 99 eru fleiri, ið hava kallað tað fyri New Age Rock, men eg hugsi vit á føroyskum kunnu semjast um, at hetta er vakur sveimandi popprokkur. Men tað sum serliga eyðkennir bólkin er ljóðið. Teir ljóða heilt einfalt BARA sum The Minds of 99. Ljóðið er egið og sermerkt. Upplyftandi og melankolst í einum.

Bólkurin spælir sum ein vælsmurd tónleikamaskina, uttan tó at ljóða mekaniskt. Tónleikurin sveimar og brúsar í orku og kenslum, meðan løttu, minniligu og gerandisligu tekstirnir syngja um viðurskifti vit kenna okkum aftur í.

Tónlistarlig snúvningsaksa Bólkurin er ein sonn savningsmagnet. Tá tær spæla, tysja fólk saman, og syngja hart og kensluborið við óføru sangunum. Ofta verða konsertinar lýstar sum eitt slag av felagssangi, tí so sterkir eru sangirnir, at tú kanst syngja við frá byrjan til enda. Spennandi verður at vita, um ein bólkur sum kann fáa fjøldir størri enn Føroya land í sanna ekstasu, eisini klárar at spæla Vágsbotn upp. Vit gita, at konsertin við The Minds of 99 verður eitt absolutt hæddarpunkt í 2025.
Suspekt.jpg
Suspekt_logo_hvid.png
Vælkomin til eina villa veitslu, tá Suspekt fara á pallin. Teir eru hip-hop legendir, sum hava slóað fyri danska nútímans tónleikinum, og nú sleppa vit at dansa til teirra feita tónleik í hjartanum í høvustaðið okkara. Tá Suspekt framførir – tá hoppar tú.
Teir eru kendir sum bad boys í donsku tónleikavinnuni, tí sangirnir snúgva seg um sex, drugs og rock n´roll lívið í Keypmannahavn. Einaferð vóru tey í Harkaliðnum hildin at vera frek og ónærislig, men teirra sangir eru sum sálmar afturímóti teimum hjá Supsekt. Tey tilkomnu hava hug at rodna eitt sindur tá sangir sum Gonzo verða spældir, men lurtar tú eftir fjøldini, hoyrir tú, at tey duga hvørt eitt orð. Tí Suspekt hoyrir til eitthvørt ball, og OY Voxbotn er eisini eitt risa ball. Men fyrst og fremst er talan um feitan og stuttligan tónleik. Bólkurin hevur røtur aftur til síðst í 90’unum. Tá vóru teir bara unglingar. Men tað var ikki fyrr enn í nullunum, at bólkurin veruliga slerdi seg fastan á danska tónleikapallinum. Hetta var tá teir í 2003 góvu út útgávuna „Ingen slukker the stars“. Eitt lag á útgávuni eitur „Kinky Fætter“, og hetta lag verður av fjølmiðlum lýst sum lagið, sum tók tað óspilta og óseka úr donskum hip hop tónleiki. Suspekt broytti sostatt danskan tónleik við at tora at vera grovir og fúlir – og fjøldin elskaði tað. Nú er Suspekt fastur gestir á teimum stóru pallinum í ríkinum, og teir hava samstarva við mongum stórum listafólkum so sum Kendrick Lamar, Lucas Graham, Tessa og øðrum. Tað verður rimmar veitsla tá teir fara á pallin 28. juni. Lat tí smædna afturhaldni liggja eftir við hús, og geyla við teimum villu, stuttligu og ópassandi sangunum.
Goodboys.jpg
Goodboys_2linjur_White.png
Tak dansilagið við tær á OY Voxbotn, tí Goodboys fara at umskapa Vágsbotn til evropiskan náttklubba, tá teir inntaka pallin. Teirra fangandi og melodiski tónleikur hevur brúsað um allan heim, og nú er tað okkara túrur at hoppa við. 
Bretarnir báðir Joshua Grimmet og Ethan Shore hava serligar gávur, tá tað snýr seg um at framleiða nútímans popptónleik. Teir hittust í 2014, og byrjaðu at gera tónleik saman. Skjótt gjørdist greitt, at teir høvdu ein heilt serligan tóna saman. Teir spæla House tónleik, sum er melodiskur og dansigóður, og tónleikur teirra hoyrist í náttklubbunum um allan heim. Goodboys komu brakandi inn á altjóða tónleikapallin við risa hittinum “Piece of Your Heart”, sum teir framleiddu saman við Italsku Meduza. Teir vórðu nomineraðir til eina Grammy virðisløn og lagið klintraði langt uppá hittlistarnar kring allan heim. Hyggja vit at stroymingstølum teirra, so eru tað ørandi tøl. Samlað hevur bólkurin meira enn 6 mia. stroymingar, og risa hittið “Piece of Your Heart” hevur meira enn 1 mia. stroymingar bara á Spotify. Hetta vitnar um ein óvanligan vælumtóktan bólk. Bólkurin hevur vunnið fleiri virðislønir fyri teirra tónlistarliga íkast, og útgávur teirra hava selt til platin og gull heitið. Teir spæla á øllum teimum stóru festivalunum og klubbunum úti í verð, og nú koma teir til Føroya. Goodboys fara at fáa Vágsbotn at danda og hoppa í einum gleðisrómi, sjálvdan sæddur her á landi. Gleð teg til eina dansiveitslu, tá Goodboys tendrað beatini.
Byrta-Logo_White_Outline.png
Byrta4.jpg
BYRTA er ein sannur puplikumsfavorittur í Føroyum. Har BYRTA spælir, har er sonn veitsla, og í summar framføra tey bara á einum konserttiltakið, OY Voxbotn. 
BYRTA er søgan um tvey ólík listafólk, sum finna saman og skapa nakað heilt serligt. Janus Rasmussen er tiltikin innan føroyskan og íslendskan popptónleik, og kanska er tað ikki ov nógv sagt, at Janus ofta verður settur í samband við elektrotónleik. Guðrið Hansdóttir er heilt annað slag av upprunatónleikara, sum vit helst seta í samband við meira aukustiskan singer/songwriter tónleik. Hon er sangskrivari í serflokki, og so er hon eisini sangari av hægstu góðsku. 

Saman hava tey skapt eitt konsept, sum bara hittar, hittar og hittar. Øll løg teirra eru føroyskir poppklassikkarar, so tað er ikki hissini veitsla tað verður, tá BYRTA seta futt í OY Voxbotn 2025.

Gylta løtan í OYÁrsins konsert. So avgjørd vóru fleiri, aftaná tvær útseldar BYRTA konsertir í OY í februar mánaða. Eftir at hava verið kvirr í rúma tíð, framførdu tey eina sanna tónlistarliga maktdemonstratión, tá hittini vóru blást út millum mongu gestirnar, til hesa dupultkonsert. Tey framførdu ikki bara tey stóru BYRTA løgini so sum “Loyndarmál”, “Í tínum eygum” “Norðlýsið” og hini, men tey spældu eisini eina superproduktión av 80ara gimsteininum “Stjørnuskot”.
08_Týr_Voxbotn-2025_1200x628px_Press.png
TYR-Logo.png
Ongin er sum TÝR. Bólkurin hevur nærum 30 ár á bakið, og teir gerast bara betri og betri. Teir hava ferðast um allan heim við sínum tónleiki við sterku søgunum um kríggj, kærleika og deyða. Teir hava eitt greitt konsept tá teir framføra, men fyrst og fremst er talan um serstakliga vælspældan metal tónleik. 
Tá TÝR fara á pall, sær og hoyrir tú hvussu rutineraðir teir eru. Smálutirnir í tónleikinum sita perfekt, og spæl og sangur verður framført til toppkarakter. TÝR er onkurnsvegna blivið ikoniskt fyri okkum í Føroyum. Tónleikur teirra ber søgur úr fornari tíð við sær, og eisini er bólkurin onkursvegna blivin talsbólkur fyri Føroyar og virðir okkara. Bólkurin byrjaði sína longu ferð við at nýtulka Ormin Langa, og hevur síðani víðariment sítt útrykk til í dag at hava eitt heilt egið norðurmetalliskt ljóð. Teir hava fjepparar um allan heim og tá teir, beint áðrenn korona legði Føroyar lamnar, framførdu við Føroyska Symfoniorkestrinum í Norðurlandahúsinum, vóru fjepparar úr útlondum enntá komnir til Føroya á konsert. Tað vitnar um, at bólkurin hevur altjóða format.

RSP

04_RSP_Voxbotn-2025_1200x628px_Press.png
Eitt tað størsta navnið í føroyskum tónleiki í løtuni er RSP. Sama hvar teir spæla, so trokast áhoyrarar frammanfyri pallin. Alt teir nerta við verður til hitt, og allar konsertirnar teir spæla gerast til risa ball. 
Tú kennir løgini. Tú dugir tekstirnar. Tú elskar at syngja við um at “leggja lortið niður”. Tí eru vit so fegin um at kunna kunngerða, at RSP fara at framføra á OY Voxbotn 28. juni. Bólkurin kann sum fáur fáa lív í eina fjøld, og við teirra frekka og sjarmerandi útrykkið, eru teir sannir favorittar hjá føroyska konsertgangaranum. Tað var ein sannførandi maktdemonstratión, tá bólkurin varð flogin til Berlin at hita føroysku hondbóltsáskoðararnar upp áðrenn dyst. Við pumpandi tónleikinum settu teir ferð á Berlin. Tá var garrvilt lív í, og tað sást aftur í høllini, tá stuðulin skuldi veitast hondbóltsmonnunum. Og tað er júst hesin eginleikin, sum ger RSP til perfekta bólkin at spæla á OY Voxbotn. Vit skulu roknað við einari sera lívligari konsert, har vit øll liva okkum inn í teirra stuttliga univers, og vit skrála við teimum ónærisligu tekstunum.
Billede af Ivan Jevtic
AllStars-logo.png
Hvat fært tú, um tú setur ein tónleikabólk saman við nøkrum av okkara bestu tónleikarum – og síðani bjóðar fleiri av okkara størstu sangarum at koma inn at syngja síni kendastu og mest umtóktu løg?

Svarið er: OY Voxbotn All Stars.

Gleð teg til ein sannførandi supputerning av hittum við m.a.:
Eyðuni Nolsøe, Signari í Homrum, Ester Kristiansen, Lailu Carlsen, Maluni Eyðunsdóttir, Kristel Lisberg, Siri Súsonnudóttir Hansen, Ann Chanett, Dáva Magnussen og Lív & Trónda.

EYÐUN NOLSØE

SIGNAR Í HOMRUM

ESTER KRISTIANSEN

LÍV & TRÓNDUR

MALAN EYÐUNSDÓTTIR

KRISTEL LISBERG

LAILA CARLSEN

ANN CHANNETT

DÁVUR MAGNUSSEN
FRÁ BRIM

SIRI SúSONNUDÓTTIR
HANSEN

Minst til at hvíla røddina væl áðrenn – tú fert at syngja við, sama um tú vilt tað ella ei!

SMS
VOX-VINNARIN SLEPPUR Á PALL

SMS-Vox.jpg
SMS-Vox-Logo.png
Blaðunga Jóhanna Iversen, bert 12 ára gomul, tók øll á bóli, tá hon fyrr í ár sang seg til gullið í stóru SMS VOX-kappingini.
Og á ársins konsert sleppur hon veruliga at vísa síni sangkynstur, tá hon framførir saman við væl svingandi All Stars-orkestrinum.

Tað verður forkunnugt at uppliva eina so dugnaliga og unga songkvinnu á hesum stóra pallinum.
22_DJ-Kingz_Voxbotn-2025_Story.png
Esra í Dali Háberg og Markus John Brockie Hansen manna DJ Kingz, eru báðir 10 ár og møttust í frítíðar­skúlanum í 1.flokki. Teir eru bestu vinir, ið elska at gera tónleik saman.

Til framførsluna á Torginum í SMS í fjør, vórðu dómarirnir nærum blástir um koll av teirra orkufyltu framførslu, ið bæði innihelt sang, rapp, dans og eitt heilt serligt samband við áhoyrarafjøldina. Tað verður tí uttan iva ein stuttlig løta, tá hesir báðir dugna­ligu undirhaldararnir fara á pall.

REILEY

25_Reiley_Voxbotn-2025_1200x628px_Press.png
Reiley kemur til Føroya at framføra á OY Voxbotn. Í kuffertinum hevur hann popptónleik í heimsflokki, sum hansara mongu fylgjarar fjeppast um. Gleð teg til eina sanna poppveitslu saman við Reiley!
Havnadrongurin Rani Petersen, ið virkar undir listanavninum Reiley, er ein av fáu føroyingum, ið veruliga hevur bygt sær ein altjóða pall. Hann byrjaði longu sum ungur at leggja tónleik út á sosialar miðlar, og í dag hevur hann yvir 10 milliónir fylgjarar á TikTok. Reiley hevur virkað uttan fyri landaoddarnar og hevur ikki framført nógv her heima. Hann gjørdi sáttmála við amerikanska Atlantic Records, og tað sigur nakað um bæði hansara dugnasemi og virðingina, hann hevur fingið úti í heimi. Hann er serliga dugnaligur. Vit fingu veruliga sjón fyri søgn, tá Reiley í 2023 vann Danska Melodi Grand Prix og varð sendur til Eurovision Song Contest í Liverpool at umboða Danmark. Reiley er sermerktur við einum sjónligum og gjøgnumførdum poppstíli, har tónleikur og visuell framførsla ganga hond í hond. Løgini eru í altjóða klassa – og showini eru altíð 100% gjøgnumførd.

SÁMAL
RAVNSFJALL

26_SámalRavnsfjall_Voxbotn-2025_1200x628px_Press.png
Á trappuni hjá Lenu, Medistari í Karry, Húsabrekkublues, 1001 nátt... Vágasoundið er serligt! Og tað mugu vit sjálvsagt hava við á OY Voxbotn 2025.

Sámal Ravnsfjall er ein legenda innan føroyskan tónleik. Hann hevur í nógv áratíggju verið virkin sum tónleikari og munnu flestu føroyingar duga at syngja við til fleiri av hansara løgum.

Vágamaðurin er í toppformi og verður hetta ein syngið við løta, har vit sleppa at njóta gott guitarspæl, sterka rødd og góðan tekst, alt í einum.

Fólkatónleikarin, ið hevur skrivað sangir og løg sum eru vorðin fólkaogn, fer uttan iva at ríka okkum um løtuna, bæði við rokki, folkatónleiki og blues. Tað verður gott!

© 2012-2024 by Voxbotn

Studlar.png
bottom of page