10. SIGNAR Í HOMRUM
- Voxbotn

- for 4 dage siden
- 1 min læsning

EINKI VOXBOTN UTTAN SIGNAR Í HOMRUM!
Tað er vorðið ein góður siður, og í ár er eingin undantøka. Signar í Homrum verður enn einaferð við á Voxbotn, har hann fer á pall kl. 17.00 og setur gongd á ársins størstu føroysku tónleikaveitslu.
Við sínum sermerkta stíli, fangandi løgum og framúrskarandi evni at fáa fjøldina við, er Signar í Homrum vorðin ein fastur partur av Voxbotn. Ár eftir ár hevur hann leverað framførslur, sum hava fingið túsundtals gestir at syngja og dansa við.
Tað kennist næstan ikki, sum Voxbotn uttan Signar í Homrum. Hann megnar altíð at skapa eitt serligt samband við áskoðararnar, og tí eru vit sera fegin um, at hann aftur verður partur av skránni, sigur Rúni Djurhuus, fyriskipari.
Signar hevur skrivað fleiri av teimum størstu føroysku hittunum seinastu árini, og tá hann fer á pall klokkan 17.00, kunnu gestirnir vænta eina framførslu við góðum stemningi og felagssangi.





Kommentarer