top of page

ARTIGEARDIT OG LAMIN


Lamin

Nýggja rappstjørnan í Danmark – Lamin – kemur á OY Voxbotn 2023. Hann er í toppinum á danska hittlistanum og enntá við fleiri løgum.


26 ára gamli rapparin er kendur fyri at vera nýhugsandi og kreativur í sínum stíli. Fyrsta fløga hansara ‘Hva ved de om Lams’ var slóbrótandi innanfyri donsku Hip/hop sjangruna, tí hon víkti frá tí, ið vit vanliga seta í samband við rapp og hip/hop tónleik.


Satt at siga fylgdi hendan útgávan ongum mannagondum um, hvussu danskt hip/hop eigur at ljóða, men valdi Lamin at fara egnar leiðir og skapa sín egna stíl. Hetta má sigast at hava eydnast væl, tí í dag er hann ein av best dámdu donsku rapparunum, við fleiri løgum í toppinum á donskum hittlistum.


Spennandi rím, vokaleffektir og r’n’b er ein signaturur hjá Lamin, sum við sínum eyðkenda og internationala stíli, hevur yvirtikið danska rapp pallin.


Lamin er eisini væl á veg at yvirtaka hittlistarnar, hann er eitt ungt talent sum vísir vegin fyri nýggjum hip/hop tónleiki og vit gleða okkum at hoyra hann á OY Voxbotn.



Artigeardit

Hann kallar seg ‘yndis rapparin hjá tínum yndis rappara’. 26 ára gamli danski rapparin við tónleikanavninum Artigeardit, leggur leiðina framvið havnargøtur vikuskiftið 23/24.juni, tá OY Voxbotn 2023 verður á skrá.


Hann verður nevndur at vera ein av teimum mest áhugaverdu, dugnaligsastu og best umtalaðu kunstnarinum á danska Hip/hop pallinum og speglast hetta aftur í útgávum hansara. Hann hevur útgivið fýra fløgur og vann útgáva hansara ‘Held og lykke med at komme hjem’ heitið sum ársins útgáva, á Danish Music Awards. Serliga kendur er hann fyri tekstin á útgávunum, har hann rappar um sítt egna lív – bæði um gott og ringt.


Tað er ikki óvanligt fyri unga rapparin, at konsertir hansara eru útseldar. Gaffa skrivar soleiðis um stjørnuskotið: “Artigeardit er heroin for generation Z, og for os andre, så har det været en sand fornøjelse igen at føle sig start-tyver-brandvarm”




bottom of page