top of page

PÁLL FINNUR PÁLL



Bólkurin hevur útvið 20 ár á baki og løgini hava fingið fastatøku í føroyska tónleikahválvinum. Tað er nærum ongin veitsla uttan stuttligu og freku sangirnar hjá Páll Finnur Páll og er bólkurin kendur fyri, at hava fangandi og skemtandi løg.


Páll Finnur Páll hava mangan prógvað, at teir fáa áhoyrarafjøldir at kóka, tá teir tríva í vældámdu slagararnar. Vit kenna løgini ‘Eg fari mín egna veg’ , ‘Herbergið’, ‘Forelskaður sjónleikari’ og fleiri. Tað er altíð stuttligt og lív í, tá Páll Finnur Páll eru á pallinum og verður tað uttan iva sannur rómur ta løtuna, vikuskiftið 23. og 24.juni 2023, tá OY Voxbotn er á skrá.


bottom of page