top of page

EYÐUN & TERJI



Tað munnu vera fá tónleikanøvn, ið megna at fáa so nógvar áskoðarar at syngja við, sum just Eyðun og Terji, ið koma á OY Voxbotn við einum stórum kufferti av sangum, sum flestu føroyingar kenna og hava tikið til sín. Teir eru framúr sum sangarar og tónleikarar og hava hvør í sínum lagi og saman, støðugt skapt nøkur av størstu føroysku hittunum seinastu 30 árini.




Eyðun og Terji eru garantar fyri einari góðari veitslu frammanfyri pallin. Óansæð um tað snýr seg um eros, jalousi, um at fara aftur í 80ini ella at flýggja til tónleikin.


Tað verður sannur rómur, tá hesir báðir trína á pallin á OY Voxbotn, vikuskiftið 23. og 24. juni 2023. Teir duga sum fáur at fáa áhoyrafjøldina við sær, og tað er ikki so løgið, tá teir hava løg sum Nummar, Eros, Dansa, Mítt Land, 80’ini og Tú við sær í skjáttuni.


bottom of page