top of page

FAUSTIX



Faustix er danskur DJ og framleiðari, sum í fleiri ár, hevur verið dominerandi á donskum hittlistum. Hann hevur gjørt tónleik við nógvum heimskendum persónum, m.a. Chris Brown, Morten Breum og David Guetta.



Hann hevur vunnið virðislønir fyri sín tónleik, bæði í Danmark og USA, og er vorðin kendur fyri sínar lívligu live framførslur.


Eisini er hann kendur frá reality seriuni ’The Olsens’, har hann vísir lívið fram, saman við unnustuni Irinu Olsen – eisini kend sum Irina The Diva.


Á OY Voxbotn 2023 sleppa vit at uppliva hann, tá hann trýnir á pall. Tað verður stórt!





bottom of page