top of page

LENA ANDERSSEN


Lena Anderssen er kendur tónleikari í Føroyum og hevur givið út fleiri útgávur. Nú verður á fyrsta sinni hon at hoyra á Voxbotn 2023

Hon varð fødd í Føroyum, hevur føroyska mammu og norskan/canadiskan pápa. Hon hevur eisini búð í Kanada, men flutti sum ung aftur til Føroya og hevur hon ríkað oyruni hjá føroyingum síðan. Tað hoyrist á tónleiki hennara, at hon hevur canadiskar røtur, tí tað munnu vera fáir føroyingar, ið syngja enska málið eins væl og hon.


Saman við manni sínum, Niclas Johannesen, hevur hon útgivið fleiri útgávur og hava tær verið sera væl móttiknar. Nakrir sangir hava eisini megnað at koma útum landoddarnar, t.d sangirnir ‘Aimee’ og ‘The Airport’ sum hava verið spældir á eitt nú P4 í Danmark og BBC í Bretlandi.


Vit kenna eisni sangirnar “I Still Love You”, “Oh My Lady”, “Home Sweet Home” og “Oh Brother With The Broken Wing”, ið nú fara at hoyrast live, mitt í býnum í Havn. Tað verður uttan iva ein góð løta, so tak ein góðan vin undir armin og kom og njót konsertina vikuskifti 23. og 24. Juni 2023, tá OY Voxbotn 2023 verður á skrá.



bottom of page