Skotska sangarindan Maggie Reilly kemur á OY Voxbotn 2023!
Hon bleiv verðinskend í 80’unum við sanginum Moonlight Shadow og To France.
Í 1992 útgav hon solo fløguna Echoes, sum var sera væl umtókt. M.a eru sangirnir ”Everytime We Touch”, ”Tears in the Rain” og ”Wait” á hesi fløguni, ið toppaðu hittlistar kring heimin.
Reilly er kend fyri sítt samstarv við komponistin Mike Oldfield, sum veruliga setti gongd á hennara heimsstørnu – yrkisleið. Við hesum samstarvinum, komu hitt sum Family man (1982), Moonlight Shadow (1983), Foreign Affair (1983) og To France (1984).
Reilly var fødd 15. Septembur 1956. Hon er frá Skotlandi og uppvaksin í Glasgow. Ì byrjanuni av hennara karrieru spældi hon við einum jazz/funk bólki og í 1992 útgav hon solo útgávuna Echoes, ið staðfesti hennara status sum tónleikastjørna. Seinastu fløgurnar frá henni komu í 2009 (Looking Back, moving forward) og í 2013 (Heaven Sent). Hon hevur eisini samtarvað við nógvum tónleikarum, m.a. Smokie, ið eru væl dámdir í Føroyum.
Á einari Maggie Reilly konsert fær man eina rúgvu av verðinshittum frá byrjanini av 80’unum, og gleða vit okkum at syngja við, á OY Voxbotn 2023!
Comments