MARIUS DC


Vit kunnu nú kunngera, at eisini Marius DC kemur á Okkara Voxbotn 25. juni. Hetta er triðja ferðin, at nú 18 ára gamli føroyski rapparin, Marius DC, fer á pallin í Vágsbotn, men hesaferð verður tað ikki við einum DJ, men við sínum vælspælandi bólki.



Og hetta má sigast at vera ein sera evnaríkur bólkur. Í harðastu Sementfinaluni nakrantíð vunnu Marius DC og hansara bólkur kappingina í ár við nýskrivaðum føroyskum sangum um gomul fólk, baby rockarar, um lívið sum føroyskur hip hoppari og um at vera erligur. Dómararnir kallaðu framførsluna poetiska, listarliga, seksutta og rokkutta og við tekstum, ið vóru langt útyvir tað, ið er vanligt.


Vit gleða okkum til beinrakið føroyskt Hip Hop við einum av okkara allar bestu oddamonnum og einum sera vælspælandi bólki.