top of page

UDE AF KONTROL



Onki tamarhald, tá Ude af Kontrol fer á pallin

Ert tú til nútímans hipp-hopp rapp tónleik, so kanst tú gleða teg til framførsluna við Ude af Kontrol, sum er ein hin best umtókti bólkurin í ríkinum. Við fleiri milliónum av stroymingum bara á Spotify, kunnu vit vænta eitt risa show í Vágsbotni.



Ude af Kontrol byrjaði í 2014 tá Daniel Balken, Joachim Nicholas Rouse og Mark Løvendahl settu bólkin á stovn, og teir hava verið virknir síðani. Teir hava lagt seg eftir at framleiða feitan hipp-hopp og rapp tónleik, sum veruliga fær dansigólvini at danda. Sangtekstirnir eru karráir, og tónleikurin kryddaður við alskyns nútímans rútmum og effektum. Teir eru fastir gestir á flest øllum festival­um og pallum í Danmark, eins og hittlistarnir als ikki eru fremmandir fyri teimum.


Á Spotify sæst, hvussu væl umtóktur bólkurin er. Til dømis er lagið »Velsignet – Har Det Godt pt. 2« stroymt meira enn 13.000.000 ferðir, og somuleiðis hevur lagið »Op A« eisini 13 mió. stroymingar. Fyrr í ár gav bólkurin út sjónbandalagið, »Taknemlig«, sum varð upptikið í Føroyum, sum vitnar um teirra alsk til oyggjar okkara. Hendan alsk fara vit óivað at uppliva til Voxbotn 2022, 25. Juni.


Kom við. Tað verður vilt. Har verður onki tamarhald.






bottom of page