top of page

MARIUS DC



Rapp hevur veruliga fingið fastatøkur í Føroyum og er tað betri umtókt enn nakrantíð. Tí eru vit glað fyri, at ungi rapparin Marius DC, sum longu hevur nógvar royndir innan økið, enn einaferð verður við á Voxbotn.



Tá hann var við til Sement kappingina, søgdu dómararnir um framførsluna, at hon var poetisk, listarlig, seksutt og rokkutt - alt í einum. Tey nevndu eisini, at teksturin var langt útyvir tað, ið er vanligt. Tað hevur gingið væl hjá Marius DC síðani tá, og tykist hann hava stóra áhoyrarafjøld millum ungdómin.

Hann útgevur javnan stakløg, ið snúgva seg um alt frá baby rockarar, um lívið sum føroyskur hip hoppari, um gomul fólk, um harðskap og um at vera erligur. Á pallinum er hann fullur av orku og gleða vit okkum at uppliva alt hetta, á OY Voxbotn 2023.



Comments


bottom of page