Marius Ziska við bólki kemur á OY Voxbotn 2023.
Hann hevur í fleiri ár verið eitt hitt best umtókta navnið í Føroyum og hevur inniligi tónleikur hansara veruliga fingið fastatøkur.
Bólkurin hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum í fleiri ár og við løgum sum Nærveran, Góðvarin mynd og Silvurlín, kunnu vit vænta eina einastandandi løtu í hugnaliga umhvørvinum, mitt í býnum.
Inniligi sangskrivarin við vøkru røddini og stillføru útstrálingini, hevur ikki bert vunnið føroysk hjørtu, tí eisini uttanlands, hevur hann javnan konsertir.
Tísskil eru vit fegin um at kunngerða, at Marius spælur Á OY Voxbotn 2023 og gleða vit okkum, at njóta føroyskan tónleik í heimsklassa.
Comments