Vit kenna hann upprunaliga frá fyrstu donsku X Factor-sendingini, sum hann sum 15 ára gamal vann í 2008. Nú er hann virkin við solo karieru undir listanavninum Saveus.
Undir navninum Saveus, útgav hann hana fyrsta lagið í 2015, ið kallast Levitate Me og vann hann bæði virðislønir og toppaði hittlistar fyri hetta lagið. Árið eftir útgav hann lagið Everchanging, ið eisini var sera væl móttikið, í 2017 útgav hann eina EP Will Somebody Save Us sum eisini var væl móttikin og í 2018 útgav hann útgávuna Neuro ið var so væl dámd, at hann slapp av lata upp ‘Orange Scene’ á Roskilde festivali, ið má metast vera tað størsta fyri nógvar tónleikarar.
Í 2022 útgav hann fløguna Rainman, ið rakti nýggjar hæddir fyri danska tónleikaran. Við hesari útgávuni hevur hann staðfest, at hann er ein av størstu donsku tónleikastjørnunum í nýggjari tíðum. Júst nú eru sangirnir Rainmain, Himalaya og Dark Vibrations í toppinum á donskum hittlistum.
Nú sleppa vit at hoyra hann mitt í býnum í Havn, tá hann vikuskiftið 23. og 24. juni kemur á OY Voxbotn 2023.
Comments