Ætlanin var, at LOC skuldi vera við, man hann hevur avlýst og tað harmast vit um. Í hansara stað hava vit tó fingið nakrar av okkara egnu góðu tónleikarum við og eru vit sera takksom fyri tað. Tað verður eitt húsorkestur við Henning Nicodemussen á odda, saman við Kristoffer Mørkere á bass, Magna Húsgarð á keys, Paula Reinert á guitar, Henning Nicodemussen sum kapellmeistara og Lailu og Malan á kór.
Hesi fantastisku fólk fáa vitjan av gestasangarum Niclas Hera Jákupsson, Signar í Homrum, Janus W Mortensen og Hans Edward Andreassen (frá The Dreams). Vit takka teimum fyri at traðka til og vænta eitt brak av eini syngið við konsert, leygarkvøldið á Voxbotn!
Comments