top of page

BOYZLIFE


Teir stjólu hjørtu kring allan heim....eisini í Føroyum. Teir gjørdust heimsstjørnur og høvdu eitt ótal av hittum og fjepparum, tá teir ferðaðust kring heimin við ávikavist Boyzone og Westlife. Nú koma teir aftur til Føroya. Vit tosa sjálvsagt um BOYZLIFE við teimum báðum heimsstjørnunum Keith Duffy og Brian McFadden, ið fara at seta dám á Okkara Voxbotn 2022 við øllum teimum kendastu løgunum.


Gleði tykkum til tað besta úr báðum bólkum, tá írsku føroyavinirnir við bólki aftur fara at stjæla hjørtu.


Skunda tær og ogna tær atgongumerki á ebillett.fo! Hetta verður stórt!



bottom of page