top of page
Forfatters billedeVoxbotn

HUGORM



Teir komu sníkjandi inn á danska tónleikapallin og bitu av álvara frá sær, sjálvt um 2020 eisini í tónleikavinnuni varð eitt sermerkt ár.


Í løtuni eru teir í uppskoti at gerast bæði Ársins bólkur og Ársins nýggja Livenavn í Danish Music Awards 2021

Oddamaðurin hevur røtur úr Føroyum, er vælkendur føroyavinur, og tey flestu kenna hann úr bólkinum Nephew. Nú kemur hann endiliga aftur til Føroya. Bergtakandi Simon Kvamm, sum saman við nýggja bólki sínum HUGORM, fer at seta lív í fjøldina á Okkara Voxbotn 2022.


Umframt tónlistarligu gávurnar, so er Simon Kvamm eisini kendur fyri at savna áhoyrarnar, og vit vænta tí eina orkumikla og dynamiska framførslu, tá hann saman við Árna Bergmann og Morten Gorm trínur á pallin.


Nýggja trio´in hevur við konsertferðini ”Kom vi Flygter” veruliga bitið frá sær, og áhoyrararnir hava verið seldir. Dreymurin um at bjóða vanligu konsertupplivingini av, við tónlistarligu søguni um eitt menniskja, sum berjist ímóti sær sjálvum, er eydnaður til fulnar. Teirra konsertir hava fingið framúr skoðsmál frá ummælarum. GAFFA ummælarin gav 5 stjørnur og skrivaði ”Det er simpelthen genialt, intet mindre”, og í løtuni eru teir í uppskoti at gerast bæði Ársins bólkur og Ársins nýggja Livenavn í Danish Music Awards 2021.


Fyrsta lagið ”FOLK SKAL BARE HOLDE DERES KÆFT” kom út í 2020 og varð væl móttikið, og í august í ár kom so nýggjasta lagið og konseptið REJSDIGOP SÆTDIGNED á marknaðin. Talan er sostatt um eina háaktuella trio, sum kemur á Okkara Voxbotn 2022.



Tit kunnu gleða tykkum, tí Hugorm fer heilt víst at bíta og eitra okkum, tá teir trína á pallin á Okkara Voxbotn 25. juni 2022.






Comments


bottom of page