top of page

MICHAEL LEARNS TO ROCK


Nú koma teir aftur. Michael Learns to Rock, sum áður hava prógvað, at teir spæla sera væl saman við føroyskum áhoyrarafjøldum. Áður hava teir fingið allan býin at runga, so í summar fara teir aftur at kóka Voxbotn.

Teir tríggir Jascha Ricther, Mikkel Lentz og Kåre Wanscher byrjaðu bólkin í 1988, og bólkurin hevur vunnið hópin av gull og platin fyri sínar útgávur

Teir tríggir Jascha Ricther, Mikkel Lentz og Kåre Wanscher byrjaðu bólkin í 1988, og bólkurin hevur vunnið hópin av gull og platin fyri sínar útgávur. Eisini hevur bólkurin vunnið fleiri virðislønir, m.a. eina “The Best Performing Act of the Year” Grammy virðisløn í Singapore.


Bólkurin hevði eitt ótal av hittum í 90´unum, og hevur givið út 9 plátur. The Actor, That´s why you go away og 25 minutes eru sangir, ið áður hava fingið føroyskar áhoyrarar at syngja við, og tað fara teir aftur á Okkara Voxbotn 2022. Tað verður VILT!


Keyp atgongumerki beinanvegin, tí vit vænta, at tað verður totalt útselt. Atgongumerki fáast í forsølu fyri kr. 695 á ebillett.fo





bottom of page