Hann kom brakandi inn á danska hip-hop pallin í 2004 og fekk gullplátu fyri sína deput-útgávu. Síðani komu enn fleiri hitt og eitt lív á yvirhálingarbreytini við óteljandi tímum á motorvegnum, í backstage hølum við lokkandi freistingum og veitslum til tann ljósa morgun. Hetta lívið fekk tó ein bráðan enda, tá Niels Roos (Niarn) hvarv í freistingum og misbrúki, sum í 2014 endaði við lívshóttandi fylgjum og einum túri á intensivari deild. Eftir hetta tagnaði røddin, men Niels Roos fótaði sær, og eftir óteljandi dagligar áheitanir ger hann nú - nógv ár seinni - comeback.
Hansara fyrsta konsert í 2022 var útseld eftir fáum tímum, so vit gleði okkum til eitt show í heimsklassa, tá rapplegendan Niels Roos – betur kendur sum NIARN – ger comeback á Okkara Voxbotn 25. juni 2022!
留言