RASMUS HAGEN



Hann hevur yvir 100 milliónir stroymingar og sigst verða nýggjasta stjørnuskotið í singer/songwriter sjangruna. Svenski Rasmus Hagen, sum við síni hugtakandi rødd framførir tónleik, ið fer beint í hjartað á áhoyrarunum. Tit kunnu gleða tykkum, tí Rasmus fer at bergtaka okkum, tá hann 25. juni trínur á pallin á Okkara Voxbotn 2022.

Hann hevur yvir 100 milliónir stroymingar og sigst verða nýggjasta stjørnuskotið í singer/songwriter sjangruna

Rasmus Hagen byrjaði sína yrkisleið í 2017, tá hann útgav lagið Fraction, ið hann framleiddi saman við australska ALIUS. Í 2021 kom debutalbummið “Love & Hurt” við sanginum “If you´re hurting”, ið beinanvegin hevði 50 milliónir stroymingar – bara á Spotify. Íblásturin til poptónleikin fær Rasmus Hagen frá ongum øðrum enn John Mayer og Lauv, og er hann kendur fyri einastandandi framførslur, har hann rúnarbindur áhoyrararnar við sínum sangi og tónleiki. Gleði tykkum, tí hetta stjørnuskotið fer heilt sikkurt at levera vøruna!



Skunda tær og keyp atgongumerki, tí fyriskipararnir vænta, at tað verður totalt útselt!

Atgongumerki fáast í forsølu fyri 695 kr á ebillett.fo