top of page

REILEY


Við eini milliard views, 132 milliónum likes og 11 milliónum fylgjarum á TikTok er ungi havnamaðurin longu ein av teim allarstørstu stjørnunum á sosialu miðlunum.

Hann ferðast kring allan heimin og arbeiðir saman við teimum størstu innan altjóða tónleikavinnuna, men enn hevur ikki borið til at uppliva hann á palli í Føroyum.



Tað broytist tíbetur í summar, tá Reiley kemur á Okkara Voxbotn 2022. Við sær hevur hann ein gandakendan og litfagran heim, har vit við euforiskum løgum sum “blah blah blah”, “YOU”, “Let IT Ring” og “Superman” saman fara á eina glitrandi ferð millum stjørnur og mánar. Sjálvur gleðir Reiley seg til at sleppa á pall í Føroyum, og eru vit á Voxbotn fantastiska errin um at fáa hann á pall til ársins summarveitslu.


Hetta verður stórt – RISASTÓRT. Atgongumerki til Okkara Voxbotn 25. juni 2022 fáast á ebillett.fo.







bottom of page