top of page

SAFIR


“Eg brúki høgru hvønn einasta dag - Havi enntá Filmnet, men bara mikudag”. Hvør minnist ikki Høgra Jam? Hetta var eitt av teimum heilt stóru hittinum hjá Safir. Løgini hjá Safir vóru sera nógv spæld í útvarpinum síðst í seinastu øld. Tað verður tí forkunnugt at hoyra teirra væl klingandi sang og spæl aftur, tá teir trína á pallin á Okkara Voxbotn 25. juni 2022.

“Eg brúki høgru hvønn einasta dag - Havi enntá Filmnet, men bara mikudag”. Hvør minnist ikki Høgra Jam?

Bólkurin Safir hevur sín uppruna í 1995, tá Janus Trúgvason og Tór Verland Johansen hittust á Café Natúr. Janus ætlaði at melda seg til Prix Føroyar og sóknaðist eftir einum at syngja aðrurødd. Tór Verland segði, at hann ikki bara tímdi at syngja aðrurødd, men um hann slapp at taka cello´ina við, so var tað ein heilt onnur søk. Hetta helt Janus verða eitt frálíkt hugskot, og Safir sá dagsins ljós.


Safir vóru við í Prix Føroyum í 1995 og spældu nógvar konsertir í tíðarskeiðnum 1995 til 1998. At Safir vóru væl dámdir vitnar fløga teirra um. Fløgan kom út í 1996, og seldu teir áleið 2000 eintøk, ið er stak nógv í føroyskum høpi. Í 1998 fluttu teir til ávikavist Keypmannahavn og Århus, og tí komu ikki fleiri løg frá Safir. Síðan tá, hava teir bara hendinga ferðir staðið á palli saman aftur, og tí gleða vit okkum almikið at hoyra tey góðu og stuttligu løgini aftur á Okkara Voxbotn 2022.


Keyp atgongumerki beinanvegin, tí vit vænta, at tað verður totalt útselt! Atgongumerki fáast í forsølu fyri kr. 695 á ebillett.fo





bottom of page