top of page

TUNGEVAAG


Ein heimsstjørna kemur á Okkara Voxbotn. Talan er um háaktuella Tungevaag, sum fer at blása nútímans dansitónar yvir Vágsbotn 25. juni 2022.

Á stroymingssíðunum hevur hann yvir 4 milliardir av stroymingum

Hann hevur fleiri altjóða hitt í skjáttuni og er virdur fyri sín orkumikla og melodiska tónleik. Martin Tungevåg byrjaði sum 15 ára gamal at framleiða tónleik í kamari sínum, og sum 21 ára gamal skrivaði hann undir ein sáttmála við týska felagið Kontor Records, og her framleiddi hann sítt fyrsta risa hitt, Wicked Wonderland. Pílarnir peikaðu nú beint uppeftir, og Tungevaag var at finna á flest øllum plakatum til stóru festivalarnar kring Evropa. Hann hevur fingið eina røð av virðislønum bæði í heimlandinum og kring Evropa og Asia. Millum annað hevur hann fingið Gold og Platin 115 ferðir og hevur enn einaferð sníkt seg á top 100 yvir heimsins bestur DJ.


Á stroymingssíðunum hevur hann yvir 4 milliardir av stroymingum. Millum hansara kendastu løg eru m.a Samsara, All for love, Badboy, Dance og Wolf og í løtuni hittar hann við lagnum PLAY, sum hann hevur framleitt við fleiri øðrum. Nýggjasta staklagið “Ride with Me” (feat. Kid Ink), kom út í 2021, so tað er ein háakutellur Tungewaag, sum nú kemur á Okkara Voxbotn 2022.


Hetta vitnar um, at tað er ein óvanliga vælumtóktur ungur maður, ið kemur at gera Vágsbotn til eitt risa dansigólv tann 25. juni 2022.


Atgongumerki fáast nú á forsølu á ebillett.fo fyri kr. 695,-.


bottom of page